Kremering er eisini ein møguleiki, um ein ynskir tað. Einki krematorium er í Føroyum, tí verður hetta gjørt uttanlanda.
Vit gera avtalu um flutning og við krematoriið og hava eisini avtalu um flutning aftur til Føroyar.
Tá ein er deyður uttanlanda og kemur í urnu til Føroyar, er møguligt hava eina andakt/jarðarferð, áðrenn urnan verður sett niður. Tá veita vit eisini okkara tænastu við øllum tí, sum avvarðandi hava tørv á.
Fólk skulu altíð verða vælkomin at ringja og spyrja um hesi viðurskiftir.
Mynd frá urnu-jarðarferð