"Sólsetur hevur hjálpt okkum í tveimum førum.

Fyrstu ferð vit ringdu til tey, var fyrstu ferð yvirhøvur at vit skuldu hava jarðarferð.
Lív dugdi ómetaliga væl at ráðgeva okkum og siga hvørjar mannagongdirnar vóru.
Nakað, sum mann avgjørt hevur tørv á í slíkum støðum.
Tað er NÓGV meira at hugsa um enn mann heldur, og vit sum familja kundu heldur nýta tað lítla yvirskotið, vit høvdu eftir, at syrgja og minnast á.

Tá ið vit skuldu skipa jarðarferð aftur nøkur ár seinni var einki at ivast í. Vit ringdu til Sólsetur og Lív var beinanvegin klár at hjálpa.

Takk fyri sera góða hjálp og tænastu."