Fyritøkan byrjaði sítt virksemi í januar í 2013, tá var hugsanin seinastu árini vorðin til veruleika.

Eg, Lív, var í starvsvenjing hjá tveimum ymiskum biðimansfyritøkum í 2012 fyri at læra og kunna meg um øll viðurskifti, tá hjálp skuldi veitast í samband við jarðarferðir. Síðan tá hava vit tikið okkum av nógvum jarðarferðum.

Nøkur ynskja at fáa kistuna frá okkum og klára restina sjálvi, meðan onnur hava tørv á allari okkara tænastu.

Vit hava ferðast um alt landið – bæði har landfast er, og har siglast má – vit gera tað, vit kunnu fyri at hjálpa øllum, sum hava tørv á okkara tænastu.

Vit hava tikið okkum av flutningi frá Føroyum og til Føroyar, tí fleiri føroyingar, sum búgva uttanlanda, vilja heim til Føroyar at verða jarðað. Tá spyrja avvarðandi um hjálp, sum vit so kunnu veita.

Vit hoyra aftur og aftur, hvussu glað tey avvarðandi eru fyri at sleppa undan at hugsa um alt, sum skal fyrireikast – um tað er ein jarðarferð, eitt ervi ella flutningur.

Vit veita okkara tænastu við størstu virðing, og hvørju ferð verður hugsað um, at hetta er seinasta farvæl hjá familjuni til tann deyða. Vit vísa umsorgan fyri avvarðandi, soleiðis at tey kenna seg trygg og hava álit á, at alt verður gjørt, sum vit hava avtalað.

Tað eru Lív og Hans Clementsen, sum hava stovnað Biðimansfyritøkuna Sólsetur, men tað er oftast Lív, ið tú fært fatur á, tá tú setur teg í samband við okkum.