Tá tit hava mist ein av tykkara kæru, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Biðimansfyritøkuna Sólsetur. Fyri summi hendir hetta uttan nakra ávaring, og onnur hava verið vitandi um støðuna leingi. Tað er heldur ikki óvanligt, at fólk spyrja okkum um ráð, áðrenn lívið rennur út.

Tá eru spurningarnir ofta hesir:

  • “Tá tað hendir, hvussu gera vit so?”
  • “Hvørjir eru møguleikarnir, og hvat kunnu tit gera?”

Tað er nógv, ið skal gerast, og fleiri avgerðir skulu takast.
Í slíkari støðu kann vera trupult hjá avvarðandi at hava yvirskot at taka sær av øllum tí praktiska kring jarðarferðina.

Vit bjóða okkum fram at taka okkum av øllum tí praktiska ella einum ávísum parti, alt eftir tykkara ynski.

Við at ringja til okkum, er fyrsta stigið tikið.

  • Vit avtala tíð og stað at møtast ella
  • Vit avtala alt gjøgnum telefon

Vit leggja okkum eftir at tað, vit gera, gera vit í størstu virðing fyri bæði avvarðandi og fyri tí deyða.