"Tað eru dagar, har eg gráti innantanna"

Í fyrstani tordi Lív Clementsen illa at fortelja, at hon droymdi um at stovna eina jarðarferðarfyritøku. Seinastu sjey árini hevur hon staðið fyri hópin av jarðarferðum. Fólk hava brúk fyri praktiskari hjálp, tá tey eru í svárari sorg.

 

Tekstur: Óluva Zachariasen
Myndir: Rósa Tovudóttir

 

"Grætur tú ikki ofta, tá tú ert til arbeiðis?"
Hendan spurningin fær Lív Clementsen javnan frá fólki, tá tey hoyra, hvat hon starvast við. Lív eigur saman við manninum, Hans, biðimansfyritøkuna Sólsetur, sum síðan 2013 hevur veitt fólki tænastur í sambandi við jarðarferðir. Til dømis at útvega kistu, blómur, kransar, sangbløð, finna prest ella talara til andakt og jarðarferð, samskipa við líkbil, gravarar og kirkjugarð og at skipa fyri ervi.
Eitt løgið starv, halda summi, tí hetta inniber ein gerandisdag millum syrgjandi fólk, sum hava mist ein kæran.

 

 

Flovisligt at siga tað

Dreymurin um eina biðimansfyritøku kveiktist longu seinast í 90´unum. Tá var hetta ikki so vanligt í Føroyum, og hon tordi ikki at siga tað fyri nøkrum uttan manninum.

– Tað var sera flóvisligt at tosa um tað. Allar hesar kenslurnar, at tú kanst ikki loyva tær at taka pengar fyri at gera slíkt. Hetta gjørdi, at eg legði lok á tað í nógv ár, greiðir Lív frá.

Í staðin fyri at fara beint eftir dreyminum arbeiddi hon í øðrum yrkjum, eitt nú á gistingarhúsi, har hon millum annað var í móttøkuni, var við til móttøkur í býnum og serveraði. Størv sum góvu eina góða barlast til tað, hon tekst við í dag, og sum eisini vístu henni, at hon hevði góð evnir at samskipa og skipa fyri.

– Tá eg skuldi byrja Sólsetur, hugsaði eg mangan, um eg mundi fara at klára tað. So fór eg at spola aftur, hvat eg hevði gjørt í lívinum. Og seinastu 10 árini hevði eg gjørt ymiskt, sum hevði givið mær nógvar praktiskar royndir til at gera hetta.

Umframt starvsroyndirnar var Lív eisini á einum sálarrøktar- og familjuráðgevingarskeiði hjá kirkjuliga felagsskapinum, Agape.
Skeiðið gekk fyri seg eitt vikuskifti um mánaðin í eitt ár. Har lærdu tey millum annað um sorg, kreppu, reaktiónsfasur og at tosa við fólk. Eitt sera læruríkt skeið, sum hevur givið nógvar førleikar, heldur Lív.

 

Nú mást tú ikki flenna

Tað var tó ikki fyrr enn í 2009-2011, tá hon gekk á Tekniska skúla og tók Framleiðslutøkni, at Lív tordi at seta orð á sínar tankar um eina jarðarferðarfyritøku. Thomas Arabo var ein av undirvísarunum á útbúgvingini. Ein dagin spyr hann hana, hvørja yrkisleið hon kundi hugsað sær.

– Eg segði við hann: "Nú mást tú ikki flenna, men eg kundi væl hugsað mær at arbeitt sum biðimaður i Føroyum". So hugdi hann upp á meg og segði, at "tað hevði tú egnað teg væl til". Tá eg so fór at siga tað við onnur, søgdu fleiri tað sama sum Thomas Arabo – at tað hevði eg egnað meg væl til. Onnur vóru eitt sindur ovfarin, tí eg hevði onki nevnt um hetta áður.

Fyri at fáa sær royndir og fyri at vera púra vís í, at hetta skuldi vera yrkisleiðin, fór hon til Danmarkar í starvsvenjing ein mánað hjá eini biðimansfyritøku í Suður-Sælandi og eisini í Jútlandi.
Starvsvenjingin sannførdi hana enn meira um, at hetta var tað.
So skuldi alt tað praktiska fáast upp á pláss, til dømis navn á fyritøkuni, bókhaldsskipan, at vitja kistuverksmiðjur í Danmark, keypa bil at koyra kransar, kistur o.a. við. Og í januar 2013 byrjaði Sólsetur sítt virksemi.

 

Virðingin er týdningarmikil

Lív hevur ikki tal á, hvussu nógvum jarðarferðum, Sólsetur hevur tikið sær av hesi sjey árini, men tær eru nógvar.

– Ongin jarðarferð er líka, og at standa fyri jarðarferðum er ongantíð ein avgreiðsluspurningur. Tað er ein sera sterk kensla hjá mær, at fólk ringja og biðja meg hjálpa til við eini jarðarferð. Tey bjóða mær inn í sorgina – í flestu førum sum púra ókend. Tí má tað vera við allarstørstu virðing og umsorgan fyri hesum fólkunum, at eg eri við á hesi ferðini hjá teimum.

Lív veit ongantíð, hvussu hon arbeiðir. Hon kann verða uppringd, nær tað skal vera at standa fyri eini jarðarferð. Tá hon vitjar familjuna, sum hevur mist, tosa tey um, hvussu jarðarferðin skal ganga fyri seg, hvørji ynski familjan hevur, og hvørjar tænastur tey vilja hava frá Sólsetri.

– Summi vilja helst, at vit taka okkum av øllum. Onnur vilja kanska skipa fyri ervinum sjálvi, meðan vit taka okkum av kistu, kransum o.ø. Tað er so ymiskt.

Síðani sendir Lív ein teldupost til familjuna við upplýsingum um tað praktiska, sum tey hava avtalað, og hvat familjan sjálv skal taka sær av. Lív sigur, at hon heldur seg síggja, at tað verður greiðari hjá familjuni, tá tey fáa tað á teldupostinum. Tað, sum familjan vanliga skal minnast til, er eitt nú at biðja berarar, velja sangirnar og um avgerðir viðvíkjandi ervinum.

 

 

Summar jarðarferðir eru stórar, og Sólsetur hevur ofta skipað fyri ervi til fleiri hundrað fólk. Lív hevur fasta manning at hjálpa sær við ervinum, og maðurin og teirra trý vaksnu børn hjálpa eisini til, tá á stendur.

 

Mýtur um sorg

Tað tykist vera meira góðtikið í dag at brúka jarðarferðarhjálp, heldur Lív. Tey flestu eru á arbeiðsmarknaðinum og hava ikki altíð frí at taka sær av tí. Tað er eisini vorðið vanligari, at tey avvarðandi biðja Sólsetur taka sær av øllum í sambandi við jarðarferðina – alt frá kistum til ervi.
Summi vilja vera við, at fyrireikingarnar til jarðarferðina eru ein týdningarmikil partur av sorgprosessini, og at tað beinleiðis er gott fyri tey avvarðandi sjálv at taka sær av hesum.
Lív er ikki heilt samd. Hennara familja hevur í stóran mun verið rakt av sorg. Í 1981 mistu Lív og maðurin fyrsta barnið - eina dóttur sum var fødd eina viku fyri tíð. Abbi Lív doyði í 1987 og pápin í 1989. Og miðskeiðis í 90´unum rakti sorgin aftur, tá tveir ungir mans í nærmastu familjuni doyðu í ferðsluvanlukku. Og í 2004 doyði fastir Lív, sum hon var sera knýtt at.
Í hesum syrgiligu hendingunum við svárari sorg saknaði Lív, at onkur kom inn og skipaði fyri tí praktiska.

– Nógv siga, at tú arbeiðir teg gjøgnum sorgina við at gera ymiskt praktiskt í sambandi við jarðarferðina, men tá tú ert í sorg og kreppu verður teppið skrætt undan tær. Eg haldi ikki, at alt hetta við fyrireikingunum til jarðarferðina er ein partur av sorgprosessini. Ikki hjá øllum. Tú steðgar upp í sorgini. Har er so nógv at minnast til – blómur, kista, líkbilur, prestur, berarar, sangarar, lýsing av andláti - og tú mást ikki gloyma nakað. Fleiri siga, at tey vilja vera saman sum familja og sleppa frá at hugsa um alt tað praktiska.

Tað kemur fyri, at tey avvarðandi skulu orðna okkurt ávíst í sambandi við jarðarferðina. Tað hendir tó javnan, at tey gloyma ella náa tað ikki, tí so nógv fólk hava verið á vitjan, og telefonin hevur ringt alla tíðina. Men her sigur Lív, at hon fylgir upp. Tað havi eg lært meg hesi árini.

 

Fyrstu jarðarferðirnar

Lív var rættiliga fjálturstungin tær fyrstu jarðarferðirnar, sum Sólsetur tók sær av. Bara hetta at ganga inn eftir kirkjugólvinum og standa framman fyri nógvum fólkum var sera ørkymlandi í fyrstuni.

– Eg skalv innan, men var sinnilig uttaná. Alt skuldi vera rætt og kekkað. Nógv var ókent, og tú kemur inn í kirkjur, sum hava sínar egnu siðir. Eg vildi hava, at alt var í ordan, og at vit ikki gjørdu nakað skeivt ella traðkaðu á nakrar siðir, sum tey høvdu á staðnum.

Óttin er at gloyma okkurt týdningarmikið. Lív sigur, at hon ikki minnist at hava gloymt nakað stórvegis, men tað er komið fyri, at okkurt tíðspunkt er misskilt. Tú mást ikki fara upp at flákra, tá okkurt, sum stressar, hendir.

– Eg fari oftast hinvegin og hugsi "Ókey, hvat gera vit so?" Tú mást hugsa skjótt og fáa tað í rættlag aftur. Og tað endar altíð gott.

Lív sleppur undan at hugsa so nógv um klæðir, tá hon fer til arbeiðis. Svartan klædning, svarta blusu og svartar skógvar – sum ikki larma inn eftir kirkjugólvinum – so er hon klár til arbeiðis.
At starvast í eini jarðarferðarfyritøku er ikki bara sorg og tungar løtur. Lív sigur, at tað er altíð áhugavert at hitta kirkjutænarar í teimum ymsu kirkjunum og samkomunum kring landið og fáa okkurt gott prát, meðan tú bíðar, til jarðarferðin byrjar.

Lív og starvsfólkini í Sólsetri duga eisini at hugna sær saman og hava tað stuttligt. Aftan á ervið er altíð ein løta, har tey taka samanum, og tíð er til eitt prát.

 

Hvussu kreativ kann ein jarðarferðarfyritøka vera, tá hon lýsir við sínum tænastum?

Har eru avmarkingar, sigur Lív.

– Nógvir handlar lýsa við øllum, sum teir kunnu bjóða, og hava pakkatilboð. Tað kunnu vit ikki. Eg hugsi nógv um, hvat er etiskt rætt, og tað má ikki vera ov popput. Tá eg fái eitt lýsingaruppskot sendandi, og tað ikki stemmar í mínum hjarta, so verður tað eitt nei. So má tað gerast øðrvísi.

 

Tungt at heilsa upp á 500

Lív heldur, at vit hava nógvar góðar siðir í sambandi við jarðarferð. Føroyingar duga yvirhøvur væl at vísa virðing, til dømis tá bilarnir steðga, og fólk fara út úr bilinum, tá eitt líkfylgi fer framvið.
Í summum kirkjum fara fólk fram at leggja hondina á kistuna og taka í hondina á teimum avvarðandi á fremsta bonki.
Lív er eitt sindur ivingarsom um hendan siðin.

– Í mínum starvi hugsi eg mest um familjuna. At skula taka í hondina á 3-500 fólkum kann vera sera hart. Summi eru í so djúpari sorg, at eg veit ikki, um tey fáa tað við. Vit skulu eisini minnast til, at hetta er seinasta løtan, tey avvarðandi hava kistuna undir liðini á sær.

Tað er týdningarmikið, at jarðarferðin er eftir ynski hjá teimum avvarðandi. Summi gera vart við, at tey vilja hava frið hesa løtuna í kirkjuni. Og tað er væl loyvt, sigur Lív. Eftir hennara tykki er tað oftast betri at heilsa upp á tey avvarðandi í ervinum, tí tá hava tey betri stundir til gestirnar.

 

Fari eg at duga?

At stovna egna fyritøku var í nógvar mátar ein avbjóðing fyri Lív, og tað gingu nógv ár, til hon var vís í sínari søk. Bæði tí at talan var um ein vinnuveg, sum var so óvanligur her í Føroyum, og tí hon ivaðist í, um hon fór at duga hetta.

– Fari eg at megna tað persónliga? Fari eg at duga tað? Eg havi altíð følt, at hini duga betur. Og so er tað hetta við at vera á. At traðka fram og øll hyggja at tær, hvussu tú ert og gert.

Men Lív tók stigið, og við árunum er hon vorðin tryggari í, at hon hevur nakrar styrkir og eginleikar, sum hóska til júst hetta starvið.

– Eg veit, nú eg eri so gomul og eri trygg í tí, eg geri, at eg havi gott yvirlit og dugi at samskipa. Tá eg var yngri, dugdi eg ikki at síggja tað.

 

At vera nærverandi

Hon heldur eisini, at hon dugir at vera nærverandi í sorgini og at gáa um, hvat tey avvarðandi vilja – eisini hóast tey ikki seta orð á alt. Eitt ávíst gefühl. Summi eru fullkomiliga í sjokk, og tað mást tú duga at fara um.

– Fólk siga ofta við meg, at tey kenna tað trygt, at eg eri við teimum allan vegin – í heiminum, kapellinum, kirkjuni, og at eg standi og bjóði vælkomin í ervinum. Men eg geri tað soleiðis, eg føli vera rætt.

Lív er uppvaksin við at seta sítt álit á Gud.

– Trúgvin ger, at deyðin ikki gerst so svartur, eisini tá ið tú trýrt, at eitt lív er eftir deyðan. Eg kann siga Jesus veri hjá tær, men eg noyði ikki mína trúgv upp á fólk. Tá fólk eru í sorg, eru mørkini oftast víðopin, og tí haldi eg, at tú eisini skal ansa eftir og vísa virðing í støðuni, sum er.

 

Eym um tannáringarnar

Summir arbeiðsdagar kunnu vera tyngri enn aðrir. Dagar, har hon grætur innantanna, viðgongur Lív.

– Tað ringasta eru tannáringarnir, sum missa mammuna. Teir eri eg serliga eym um. Pápin er kanska handlingslammaður í stóru sorgini. Ofta vita tannáringarnir ikki, hvat teir skulu siga, og teir halda tað kanska vera flóvisligt at gráta.

Tá Lív tosar við familjuna um fyrireikingarnar til jarðarferðina, roynir hon at hava eyguni við teimum, sum onki siga. Til dømis spyr hon tannáringarnar, um tað var onkur sangur, sum mammuni serliga dámdi, og sum tey kanska vildu havt til jarðarferðina.

– Tað er týdningarmikið, um onkur avvarðandi hevur okkurt serligt ynski í sambandi við jarðarferðina, at fáa tað við, tí tey fáa ikki møguleikan at gera tað umaftur.

 

Óvirðiligt at eksperimentera

Ein partur av uppgávuni hjá Sólsetri er eisini, tá lík skulu flytast til og úr Føroyum. Til dømis, tá onkur føroyingur doyr uttanlands, ella tá útlendingar doyggja í Føroyum og skulu flytast til heimlandið. Tá skipa tey fyri flutningi og øðrum praktiskum uppgávum – ofta í samstarvi við biðimansfyritøkur uttanlands.

Onkuntíð hesi sjey árini hava ivamál stungið seg upp, til dømis um mannagongdir í sambandi við flutning. Lív hevur serliga gott samstarv við biðimansfyritøkuna Í Suður-Jútlandi, har hon var í starvsvenjing, og eina á Bispebjerg. Tey virka sum eitt slag av mentori, og har leitar hon javnan ráð, um hon ivast í onkrum.

– Tú skalt ikki eksperimentera, tí tað er óvirðiligt fyri tey avvarðandi. Jarðarferðin er bara einaferð og kann ikki gerast umaftur. Tí skal tað gerast rætt og virðiligt beinanvegin.