• myndovast

Kremering

Kremering er eisini ein møguleiki, um ein ynskir tað. Einki krematorium er í Føroyum, tí verður hetta gjørt uttanlanda.

Sólsetur hevur gjørt samstarvsavtalu við føroyskt flutningsfelag, danskan bedemand og Hjørring Krematorium, soleiðis at Sólsetur nú kann bjóða tænastu til tey, sum ynskja kremering. Vit átaka okkum flutning av kistuni til Hjørring í Danmark og flutning av urnuni aftur til Føroyar, sum so verður sett niður í kirkjugarð.