• myndovast

Tankin um at stovna eina slíka fyritøku hevur vitjað nakrar ferðir seinastu 12 árini. Tó gjørdist tankin ikki til veruleika fyrr enn í 2012, tá eg fór í starvsvenjing hjá tveimum ymiskum donskum biðimanshandlum. Har fekk eg vegleiðing, royndir og ymiskt, sum eru gott at hava við í mínum yrki.

Tað er ein stór avbjóðing at taka uppgávur á seg í sambandi við deyða og jarðarferð. Og eg geri tað við stórari virðing fyri avvarðandi og tí, sum deyður er. Deyðin hevur nógvar síður og kann gerast veruleiki, tá tú minst væntar tað, tí er málið við fyritøkuni at veita eina virðiliga tænastu, sum lættir um hjá teimum avvarðandi hesa torføru tíð.

Tað eru Lív og Hans Clementsen, sum hava stovnað Sólsetur, men tað verður oftast Lív, sum tú fært fatur á, tá tú setir teg í samband við Sólsetur.

 

Lív Clementsen

Aftan á at eg var liðug við yrkisakademisku útbúgvingina í 2011, skuldi eg taka støðu til, hvønn veg eg nú skuldi fara. Eg stóð við ymsum royndum, ið innihildu útbúgving og skeið, og eg hevði royndir bæði frá løntum og óløntum arbeiði.

Eg hevði hug at byrja nakað fyri meg sjálva, og tankin um ein biðimandshandil varð aftur kveiktur. Eg tók avgerð um at fara í gongd.

 

Nakað av tí, eg annars havi gjørt:

  • Starvast á Ellisheiminum í Havn í 1½ ár
  • Starvast á Hotel Hafnia í fleiri ár
  • 2005 HH-prógv á Føroya Handilsskúla í Havn
  • 2005 Vikuskiftisskeið: Sorg og kreppa
  • 2006 Diplom í SSFR (Sjælesørgerisk Familjerådgivning) (íalt 264 tímar)
  • 2007 Skeiðsprógv í SSFR sum varð bygt upp á tað fyrra (íalt 162 tímar)
  • 2008 Grundleggjandi leiðaraskeið á Skeiðsdeplinum
  • Skeið í kognetivari terapi
  • 2011 Yrkisakademiska útbúgving: Framleiðslutøkni á Tekniska skúla í Tórshavn