• myndovast

Krossar at seta sum frámerki á grøvina

Sólsetur hevur gjørt avtalu við Sjóndepilin, um at selja hvítar trækrossar sum Sjóndeplin framleiðir. Sólsetur fer at selja krossarnar at seta á gravstaðin sum fyribils frámerki. Ynski er at bjóða teimum avvarðandi eina loysn fyrsta árið eftir jarðarferðina, tí vanliga kann ein gravsteinur ikki setast við grøvina, fyrr enn eitt ár er farið. Ring og hoyr nærri á tel. 35 36 37.