• myndovast

Tá tit hava mist ein av tykkara kæru, eru tit væl komin at seta tykkum í samband við Sólsetur.

Tað er nógv, ið skal gerast, og fleiri avgerðir skulu takast. Í slíkari støðu kann vera trupult hjá avvarðandi at hava yvirskot at taka sær av øllum tí praktiska kring jarðarferðina.

Vit bjóða okkum fram at taka okkum av øllum tí praktiska ella einum ávísum parti, alt eftir tykkara ynski.

Við at taka samband við okkum er fyrsta stigið tikið. Vit hittast til eitt prát, har tit fáa vegleiðing og ráð. Saman finna vit fram til tykkara ynskir, sjálvsagt í samsvar við tað, sum er álagt av myndugleikunum.

Alt verður gjørt við størstu virðing fyri bæði avvarðandi og fyri tí deyða.